Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

DU11 í Nørhalne Cup

2025_DU11_Nørhalne_Cup_01

Eins og U14, hava U11-dreingir luttikið í Nørhalne Cup í Danmark. Her endaðu teir nr. 2 í elitubólkinum.

Í bólkaspælinum vunnu teir fýra dystir og spældu ein javnan. Í hálvfinaluni vunnu teir 4-1 á Marienlyst.

Í finaluni møttu teir Aalborg KFUM, og tann dysturin endaði við javnleiki 3-3. Síðani skuldi brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari kundi kjósast. Her gjørdust okkara akkurát ov stuttir.

Av liðunum, sum teir vóru uppi ímóti, vóru 3 lið í top-10 í Danmark. Okkara lið fór ósigrað gjøgnum alla kappingina. Mótstøðan hevur verið góð og hørð, og hetta er gott fyri menningina av dreingjunum.

Related Posts