Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Ein heilsan úr Aalborg

2025_DU9_Aalborg_City_Cup

Dreingirnir í U9-árganginum eru eisini í Danmark í hesum døgum. Trý lið eru farin at luttaka í Aalborg City Cup.

Liðini eru javnt býtt, og endamálið við túrinum er at styrkja breiddina og samanhaldið í árganginum.

Farið var avstað mikudagin, og nú tveir dagar eru farnir av kappingini kann staðfestast, at øll liðini hava klárað seg sera væl, og allir dreingirnir hava havt ein góðan og stuttligan túr.

Í dag, leygardagin, verða seinastu tvey umførini, og ferðalagið kemur heim sunnudagin.