Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

U17-landsliðið á venjingarlegu

U17_Dreingir_Foroyar-Gibraltar_4-0_19-03-2024-2

Við seks spælarum eru vit best umboðaða felagið á U17-landsliðnum við dreingjum, sum skal til Spania á venjingarlegu.

Frá 2. til 9. september fer U17-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania. Og av teimum 18 spælarunum, sum eru úttiknir, eru seks úr HB.

Teir eru:

Jónas Brynhildarson Gaard
Silas B. Joensen
Jógvan í Lon
Jógvan í Skála
Dánial Mørkøre
Dávid Reynheim

Venjingarlegan er partur av fyrireikingini til EM-undankappingini, sum verður í Albania í oktober.

Mynd: FSF

Related Posts