Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Vil vinna tað, sum vinnast kann

Bartal_Páll_Klein_2024-min

Ungi og evnaríki áleyparin er aftur, har tað heila byrjaði.

Bartal Páll sleit sínar fyrstu barnagaggur í HB, men skifti sum ungur suður um til grannarnar. Á sumri 2023 skifti hann til B68, har hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini –  bert 16-ára gamal.

Í 2024 var hann ein av avgerandi leikarunum hjá B68, sum megnaði at varðveita plássið í Betri-deildini. Millum annað skoraði hann sigursmálið ímóti okkum á Toftum, og var eisini tann heilt stóri spælarin í avgerandi dystinum ímóti NSÍ í síðsta umfari. Her skuldi B68 vinna fyri at varðveita plássið í deildini, og Bartal Páll gjørdi bart og skoraði hat-trick.

Evnini hjá 17-ára gamla Bartal Páll skulu nú aftur standa sína roynd, har tað heila byrjaði. Nemliga í reyða og svarta búnanum í Gundadali. Og hann er fegin um at vera aftur.

– Tað kennist væl at vera aftur í HB-húsinum. At síggja fólk, sum man kennur, aftur og at vita, at man spælir við einum vinnandi liðið. Nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur Bartal Páll.

Tá hann verður spurdur um hvørji mál hann hevur sett sær til komandi ár, vil hann ikki seta tal á mál ella upplegg, men leggur dent á, at hann vil vinna tað, sum vinnast kann.

Vit ynskja Bartal Páll vælkomnum heim aftur.

Sáttmálin er galdandi til og við 2026.

Related Posts