Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Vágbingurin tekur eitt ár afturat

Mong mundu halda, at yrkisleiðin hjá Símuni Samuelsen lækkaði móti endanum, tá hann í 2015 og 2016 spældi við fyrst VB/Sumba og síðani AB. Men nú stendur hann aftur í HB-búnanum við eini FM-medalju um hálsin.

Í dag hevur hann skrivað undir ein nýggjan sáttmála og verður tí okkara í eitt ár afturat.

Í fjør fekk hann av álvara hol á málskjótingina aftur og endaði kappingina við 9 málum. Harumframt legði hann upp til 8 mál sambært bolt.fo.

Hann hevur spælt 216 dystir í reyðum og svørtum, síðani hann kom til HB í 2010.

Vit gleða okkum til fleiri dystir og mál saman við Símuni Samuelsen.

Related Posts