Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Sammy tekur eitt ár afturat

Sammy_Skytte_2025

Málskúttin frá steypafinaluni er komin aftur til Føroyar, og er klárur til enn eitt kappingarár í reyð/svarta búnanum.

Sammy var eitt sindur skaðadarvaður í fjør, men í fleiri av dystunum hann spældi, var hann sera eyðsýndur. Sterkur sum fáur, og tað sást týðiligt, at mótstøðumenninir høvdu trupult við at vinna bóltin frá honum. Máltevið sóu vit eisini eitt sindur til, m.a. tá hann skoraði í steypafinaluni ímóti B36.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2025.

Mynd: RSmedia / HB

Related Posts