Ein HB eldsál er slóknað. Fríggjadagin bórust boðini um, at Óli Arge var farin aftaná drúgva sjúkralegu. Vit vistu hvønn vegin tað bar, men slík boð koma altíð dátt við. Óli var HBari um ein háls og var felagnum so sera trúgvur. Óli Arge var eisini so nógv annað, og trúgvur og drúgvur har hann var. Nógv ár í tí gamla Føroya Banka og seinast nógv ár í fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum, har hann fyri stuttum hevði sín seinasta arbeiðsdag, – men allastaðni HBari.















