Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Lutakast til hálvfinalurnar

210920_web_steypakapping-kvinnur

Í kvøld var lutakast til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Og tað gjørdist greitt, at okkara kvinnur skulu spæla ímóti 07 Vestur. Í hinari hálvfinaluni møtast NSÍ og B36.

Fyrri dysturin verður á útivølli 6. oktober, meðan returdysturin á heimavølli verður 30. oktober.

Finalan verður spæld á Tórsvølli 6. november.

Seinast kvinnurnar vunnu steypakappingina var í 2019, tá tær í finaluni vunnu 3-0 ímóti EB/Streymi/Skála.

Related Posts