Skráin fyri komandi kappingarár er løgd. Í fyrsta umfari taka vit ímóti B68, og vikuna eftir gongur leiðin til Suðuroyar, har uppflytararnir úr TB taka ímóti. Eina viku seinni kemur Víkingur á vitjan, áðrenn ein landsliðssteðgur leggur kappingina stilla í tvær vikur. Síðsta umfar verður spælt leygardagin 28. oktober, tá vit fara til Eiðis at spæla ímóti EB/Streymi.
Vit vita longu nú, at luttøkan í Conference League ávirkar Betri deildina, tí 16. umfar er framskundað til 24. mai. Europeiska luttøkan merkir eisini, at eingin ólavsøkudystur verður í ár. Fyrsta umfar í Conference League verður spæla 13. og 20. juli, og um tað eydnast okkum at spæla okkum víðari, verða dystirnir í næsta umfari spældir 27. juli og 3. august.
Skráin sær soleiðis út:
| Umfar | Dato | Heima | Úti |
| 1 | 5. mars | HB | B68 |
| 2 | 12. mars | TB | HB |
| 3 | 19. mars | HB | Víkingur |
| 4 | 3. apríl | B36 | HB |
| 5 | 10. apríl | HB | AB |
| 6 | 16. apríl | HB | ÍF |
| 7 | 30. apríl | 07 Vestur | HB |
| 8 | 5. mai | EB/Streymur | HB |
| 9 | 14. mai | HB | KÍ |
| 10 | 21. mai | HB | TB |
| 16 | 25. mai | Víkingur | HB |
| 11 | 29. mai | HB | EB/Streymur |
| 12 | 4. juni | B68 | HB |
| 13 | 11. juni | HB | B36 |
| 14 | 25. juni | 07 Vestur | HB |
| 15 | 2. juli | KÍ | HB |
| 17 | 6. august | HB | AB |
| 18 | 13. august | ÍF | HB |
| 19 | 19. august | HB | ÍF |
| 20 | 27. august | AB | HB |
| 21 | 1. september | HB | KÍ |
| 22 | 17. september | HB | Víkingur |
| 23 | 23. september | B36 | HB |
| 24 | 1. oktober | HB | B68 |
| 25 | 8. oktober | TB | HB |
| 26 | 22. oktober | HB | 07 Vestur |
| 27 | 28. oktober | EB/Streymur | HB |















