Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

HB skal hava nýggjan venjara

200529_web_berthel

Høvuðsvenjari okkara, Jens Berthel Askou, hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal okkara besta manslið hava nýggjan venjara.

Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman.

Tilgongdin við at seta nýggjan venjara er í gongd, og kunnað verður nærri, so skjótt hetta er komið uppá pláss.

Related Posts