Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Eyðvør fingið A-venjaraprógv

A_Venjarar_Provhandan_12-12-2022-08

12 venjarar hava fingið handa A-venjaraprógv frá FSF. Millum teirra var okkara Eyðvør. Hon er tann næsta kvinnan, ið fær A-venjaraprógv frá FSF, og tann einasta við galdandi prógvi.

A-venjaraútbúgvingin tekur hálvt annað ár. Undir útbúgvingini eru nógvir venjingartímar, frálærutímar og námsferð. Útbúgvingin endar við uppgávuskriving, og tá royndin er staðin, fáa venjararnir handað prógv.

Vit ynskja Eyðvør til lukku við próvnum.

Mynd: FSF

Related Posts