Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Bartal til 2025

bartal_info

Verjuskansin, Bartal Wardum, hevur undirskrivað nýggjan 2-ára sáttmála, sum bindur hann til felagið til kappingarlok 2025.

26-ára gamli Bartal telist millum okkara mest royndu leikarar, og hevur spælt 264 dystir fyri besta liðið. Harumframt hevur hann eisini tveir A-landsdystir.

Vit fegnast um at Bartal tekur í minsta lagi tvey ár afturat fyri barndómsfelagið.

Mynd: in.fo

 

Related Posts