Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

U15-dreingir steypavinnarar

242667354_459532801895787_5476550282635200243_n

Við einum 3-1 sigri á KÍ, hava U15-dreingirnir vunnið steypakappingina.

Tað var Baldur Niclasen sum setti hol á, tá hann longu í 5. minutti legði okkum á odda 1-0. KÍ javnaði í seinna hálvleiki, og hendan støðan helt sær til dystarenda.

So skuldi longd leiktíð til, og her tók Thomas Bjørn Miezan og setti tingini uppá pláss. Fyrst við einum rimmar langskoti, áðrenn hann við síðsta sparkinum í dystinum skoraði til 3-1.

Til lukku dreingir!

Related Posts