Skip to main content Scroll Top
19th Ave New York, NY 95822, USA

Levi venjari hjá teimum yngstu

200311_web_LeviHanssen_U5

Levi Hanssen og John Heri Dam verða venjarar hjá okkara yngsta árgangi – U5. Teir hava báðir eina rúgvu av dystum á okkara besta mansliði, og Levi er m.a. tann HBarin, ið hevur skotið flest mál í evropeiskum kappingum.

U5 er fyri øll børn fødd í 2015 ella seinni. Vant verður hósdagar kl. 16:45 á Niðara vølli, og øll børn eru vælkomin.

Eingin venjing er tó í løtuni vegna tilmælini frá heilsumynduleikunum. Kunnað verður nærri, tá venjingin byrjar aftur.

Related Posts